18.06.2020
At senda fløskupost er eitt gamalt fyribrigdi, og fleiri dømi eru um, at fløskupostar hava ferðast langt.
Seinastu vikurnar hava starvsfólkini hjá Bakkafrost ruddað ymsastaðni í Føroyum. Fríggjadagin 5. juni vóru starvsfólkini á smoltstøðini á Norðtoftum og ruddaðu í nærumhvørvinum, og við pirin funnu tey ein føroyskan fløskupost. Fløskuposturin varð kastaður út frá trolaranum Brestir tann 10. juni 2013, og varð altso funnin sjey ár seinni á Norðtoftum.
Í fløskupostinum, sum meistararnir umborð á Bresti høvdu sent, stóð at lesa, at teir fiskaðu á Dormbankanum við Eysturgrønland, men fiskaríið var einki serligt. Harafturat høvdu teir koyrt ymiskar tíðindastubbar í fløskupostin, ið lýsa, hvat var frammi um hetta mundið, tá teir sendu hann.
Bakkafrost hevur tosað við Gudmund Hansen, ið var annar av maskinmonnunum, ið sendu fløskupostin.
- Eg hevði frætt, at onkur frá Bakkafrost hevði funnið fløskupostin á Norðtoftum; tað er bara stuttligt. Tað er jú sjey ár síðani, at eg sendi hann. Eg fekk hugskotið, at tað kundi verið stuttligt at sent ein fløskupost, og so løgdu vit nakrar tíðindastubbar í eisini. Eg havi sent ein annan fyri nøkrum árum síðani, men eg veit ikki, um hann er funnin. Eg havi í hvussu er einki frætt.
Ruddingarátakið er eitt árligt átak, ið er partur av samlaðu ætlanini hjá Bakkafrost fyri burðardygt virksemi. Seinastu árini hava starvsfólk hjá Bakkafrost sett nakrar vikur í juni av til rudding, og er tað eitt av fremstu virðunum hjá fyritøkuni at ansa væl eftir umhvørvinum á teimum plássum, har felagið hevur sítt virksemið.
113 starvsfólk hjá Bakkafrost hava luttikið í ruddingini í ár, og hava tey nýtt knappar 500 tímar tilsamans. Tey ruddaðu á 18 ymiskum støðum runt um í Føroyum, og úrtøkan var umleið 30 tons av ruski.
Niðanfyri sæst mynd av fløskupostinum, og harumframt síggjast myndir, ið starvsfólkini sjálv hava tikið, meðan tey hava ruddað.