Føroysk rognkelsi sum lúsabasari á Kunoyarnesi

Føroysk rognkelsi sum lúsabasari á Kunoyarnesi

05.04.2016

Seinastu trý árini hevur Bakkafrost luttikið í verkætlan, ið hevði sum endamál at kanna um vit í Føroyum kunnu nýta reinsifiskar í bardaganum ímóti laksalúsini. Best egnaði fiskurin, ið vit hava í føroyskum sjógvi til hettar endamálið vísti seg at vera rognkelsi, og royndir vóru tí gjørdar at ala hendan fisk hjá Fiskaaling í Nesvík. Úrslitið av hesum gjørdist, at at vit í apríl 2015 kundu seta út fyrstu føroyskt aldu rognkelsini á aliøki á Kunoyarnesi. At seta rognkelsi í aliringar saman við laksinum krevur nakað av tillagingum, og tí hevur hendan útsetingin í fyrstu atløgu verið ein roynd, har endamálið er at síggja hvussu vit best leggja umstøðurnar til rættis fyri at fáa tey at trívast saman við laksinum. Vit hava millum annað ment væl egnaðar mannagongdir til útseting, funnið fram til hvørji skjól rognkelsini sýnast at trívast í, og sett í verk góðar mannagongdir við fóðring.


Virknaðurin av rognkelsunum sum lúsaátari hevur sjálvsagt eisini verið partur av hesari verkætlan. Regluligar kanningar verða gjørdar av magainnihaldinum hjá rognkelsunum, og javnan finna vit restir av lús í magunum. Eisini fylgja vit væl við lúsastøðuni í einkultu ringunum, og serliga fyrstu tíðina í sjónum, tá laksurin ikki er ov stórur, sæst ein virknaður í ringunum har rognkelsini eru í.


Rognkelsini hava víst seg at kunna vera ein týdningarmikil liður í einari lúsaniðurberjingarætlan uttan kemisk evni. Við betri vitan um lívfrøðina hjá rognkelsum og samanspælið ímillum laks og rognkelsi kunnu vit menna hettar amboðið enn meira, og hettar fara vit í Bakkafrost at leggja okkum eftir í tíðini sum kemur. Fyrstu royndirnar vit hava gjørt okkum við hesum føroysku rognkelsunum gevur okkum eitt gott grundarlag at byggja á.

Videolink

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01