Føroysk heildarveiting fer at byggja stóra smoltstøð á Norðtoftum

Føroysk heildarveiting fer at byggja stóra smoltstøð á Norðtoftum

22.07.2020

Tað verða í høvuðsheitum føroyskir veitarar, ið koma at standa fyri útbyggingini av smoltstøðini hjá Bakkafrost á Norðtoftum. Útbyggingin verður væntandi liðug um tvey ár, og svarar framleiðsluorkan tá til 5 mió. smolt árliga á 500g

Forsíðumynd:
Frá vinstru: Rógvi Nielsen, verkætlanarleiðari hjá Bakkafrost, Anfinn Isaksen, tekniskur stjóri hjá TTS, Jákup Oluf á Lakjuni, stjóri hjá TTS, Kjartan Hansen, stjóri hjá Kanjon, Regin Jacobsen, forstjóri á Bakkafrost, Rúni Olsen, leiðari fyri smoltaling á Bakkafrost, Rói Vang, Rvtøkni, Viggo Johannesen, sølustjóri hjá KJ, Oyvindur Brimnes, ráðgevandi verkfrøðingur

Sum liður í felagsins strategi at ala alsamt fleiri og størri smolt, fremur Bakkafrost stórar íløgur í útbygging av smoltstøðum. Í mai varð kunngjørt, at smoltstøðin á Norðtoftum skal byggjast út við 12.000 m3, soleiðis at samlaði kapasiteturin verður umleið 18.000 m3.
Byggiøkið er liðugt útgrivið og planerað. Tað var Articon sum fekk ta uppgávuna. Eisini er atløgubryggja gjørd við 8 metra dýpi. Í dag, 22. juli, varð sáttmáli um útbyggingina av sjálvari smoltstøðini undirskrivaður.
Tað verður byggisamtakið NAC (Nordic Aquaculture Contractors), ið kemur at standa fyri útbyggingini. Tað eru fyritøkurnar Kanjon, KJ, RV Tøkni, TTS og Kaas Industribyg, ið mynda NAC-samtakið og koma at samstarva um útbyggingina.

- “Vit hava sett okkum sum mál at økja framleiðsluna av burðardyggari matvøru í Føroyum komandi seks árini, og fer hetta at viðføra eina framleiðsluorku á 100.000 tons av laksi í Føroyum. Um vit skulu røkka hesum málum, skulu stórar íløgur gerast í alla virðisketuna. Størri smoltstøðir er ein partur av hesum, har málið er at náa eina miðal smoltvekt á 500 gram við útseting. Hetta er partur av áhaldandi arbeiðinum at minka um lívfrøðiliga váðan, betra effektivitetin og økja um samlaðu framleiðslumongdina”, sigur Regin Jacobsen, forstjóri.
“Vit hava í dag skrivað undir sáttmála við NAC. At byggja eina smoltstøð er ein størri verkætlan, og við hesum sáttmála kemur føroyska vinnan at mennast og gerast nógvar royndir ríkari. Vit fegnast um, at føroyskir veitarar samstarva um tílíkar verkætlanir og vóna, at samstarvið kann vera við at styrkja enn meira um føroyska kappingarførið innan bygging í alivinnuni”.

Viggo Johannesen, KJ, Kjartan Hansen, Kanjon, og Regin Jacobsen, Bakkafrost, skriva undir sáttmála um útbygging av smolstøðini á Norðtoftum

Mynd: Viggo Johannessen, KJ, Kjartan Hansen, Kanjon og Regin Jacobsen, Bakkafrost, skriva undir sáttmála um útbygging av smoltstøðini á Norðtoftum

Tað verður Kanjon úr Klaksvík, ið kemur at standa fyri betong- og timburarbeiðinum. Kanjon hevur drúgvar royndir innan timbur, betong, anlegs- og entreprenørarbeiði og betongsølu. Tað starvast umleið 70 fólk í felagnum.

KJ verður veitari av ymiskum tøkniligum skipanum, harímillum generatorskipan. KJ er staðsett á Kambsdali og í Tórshavn, og hevur dótturfelag í Danmark. Tað starvast umleið 120 fólk hjá KJ.

RV Tøkni úr Klaksvík verður veitari av stýriskipanum, alarmskipan o.l., og TTS, eisini úr Klaksvík, kemur at standa fyri arbeiðinum at gera el- og køliskipan. Hjá RV Tøkni starvast umleið 20 fólk, og hjá TTS starvast umleið 50 fólk.

Danska Kaas Industribyg kemur at taka sær av stálkonstruktiónum umframt at veita klimaskerm og kør.

Umframt omanfyrinevndu fyritøkur koma Formo, SMJ og LBF eisini at verða knýtt at verkætlanini viðvíkjandi projektering og eftirlit.

Nýggja støðin fer at umfata tvær hallir á fýra kør, sum hvørt er 1.500 m3. Ætlanin er, at bygningurin verður innilokaður longu í ár. Kørini verða bygd í stáli, og av tí at kørini verða bygd frá botni og upp er gjørligt at inniloka bygningin so mikið tíðliga, har tað áður var neyðugt at hava bygningin opnan, soleiðis at kørini kundu verða sett inn við krana.

Nýggi parturin av smoltstøðini á Norðtoftum verður væntandi klárur at taka í nýtslu í 2022.

Lendið er klárt, og útbyggingin av smoltstøðini fer í gongd í næstum

Mynd: Lendið er klárt, og útbyggingin av smoltstøðini fer í gongd í næstum

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01