14.12.2020
Fríggjadagin 11. desember varð fylt upp í fyrsta tangan av skarni frá smoltstøðini norðuri á Strond. Skarnið varð fylt upp í serútgjørda tangabilin hjá FÖRKA og síðani flutt suður á Skarðshjalla, har tað verður nýtt til framleiðslu av grønari orku.
- Hetta er eitt stórt framstig fyri Bakkafrost, og eitt stórt stig á leiðini at gagnnýta alt tilfar frá laksinum. Eg haldi, at hetta er ein framíhjárættur at vera við sum teir fyrstu í Føroyum at gagnnýta skarnið til framleiðslu av grønari orku, sigur Rógvi Jacobsen, leiðari á smoltstøðini á Strond.
Seinastu tíðina hava starvsfólk á FÖRKA arbeitt miðvíst við at klárgera ymiska útgerð til tess at tryggja eina skynsama handfaring av skarninum. Millum annað er ein sóttreinsingarskipan gjørd, sum skal tryggja, at bilurin kann nýtast til at spjaða sonevnd biotøð.
- FÖRKA hevur ein tangabil, sum er serútgjørdur til at flyta skarnið frá Strond til FÖRKA. Á FÖRKA er ein sóttreinsingarskipan gjørd til at sóttreinsa tangabilin. Hetta fyri at tryggja, at ongar laksasjúkur verða spjaddar, tá tangabilurin eftirfylgjandi fer út við biotøðum til bøndurnar. Tá grøn orka er vunnin úr slamminum, verður restproduktið til biotøð, ið inniheldur virðismikil føðsluevni, sum verða nýtt til taðing á bønum úti um landið. Fyri landbúnaðin merkir tað, at tørvurin á handilstøðum verður minni, sum annars eru sera orkutung at framleiða, sigur Fróði Mortensen, rakstrarleiðari á FÖRKA.
Fróði Mortensen væntar, at umleið 10.000 m3 av slammi verða koyrdir frá smoltstøðini á Strond til FÖRKA um árið. Hetta fer at geva eina framleiðslu á 1.120 MWt av el-orku um árið, og umleið tað sama í hitaorku. Hetta svarar til árligu el-nýtsluna hjá 225 húskjum og hita svarandi til árligu nýtsluna hjá 47 húskjum.
Umframt at taka ímóti skarni og slógvi frá alivirkseminum hjá Bakkafrost, tekur FÖRKA ímóti mykju frá bóndum um alt landið.
Í november framleiddi FÖRKA 212 MWt, sum svarar til miðalmánaðarnýtsluna hjá 510 húskjum.