Einans tað besta er nóg gott

Einans tað besta er nóg gott

15.04.2016

Í fleiri ár hevur Bakkafrost framleitt hágóðsku laks úr Føroyum. At framleiða hágóðskuvørur er framvegis fremsta mál í virkseminum hjá Bakkafrost. Eitt dømi um hetta er, at vit á Bakkafrost einans nýta serframleitt fóður til laks okkara, og er hetta ein av høvuðsorsøkunum til, at nógvir av kundum okkara halda Bakkafrost ala heimsins besta laks.

Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi til okkara serliga Havsbrún fóður hevur verið ein varði í arbeiðinum at fullfíggja virðisketuna í fyritøkuni. Hendan sameiningin er í okkara huga avgerandi fyri at kunna tryggja kundunum eina hágóðskuvøru frá byrjan til endan.
Fyri at menna hetta, hevur Bakkafrost valt at styrkja sambandi við kundar okkara, og vit eru sannførd um, at hetta vil hjálpa kundunum at vaksa og mennast í teirra nær-marknaðum. Av hesi orsøk eru vit byrjað at gera eina vøruskrá, sum ger tað lættari hjá kundum okkara at byrja á nýggjum marknaðum, og vil eisini stimbra Bakkafrost og kundarnar á teirra nær-marknaði. Henda broytingin av vøruskránni vil so líðandi blíva víðka í samsvari við tær afturboðanir um marknaðarstøðuna, ið vit fáa frá kundum okkara.

Henda ætlanin verður stuðlað av tí nýggja framleiðsluvirkinum, ið vit í løtuni byggja á Glyvrum. Hetta nýggja virkið vil víðka møguleikar okkara at tillaga framleiðsluna til eftirspurningin. Vit eru sannførd um at hesu tiltøk vilja verða gagnlig og mennandi bæði fyri kundar okkara og Bakkafrost í samstarvinum framyvir.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01