Bakkanes farið í vinnu

Bakkanes farið í vinnu

22.09.2021

Leygardagin 18. september var skipað fyri almennari móttøku, tá nýggja tænastuskipið hjá Bakkafrost, M/S Bakkanes, kom á Glyvrar. Eini 400-500 fólk høvdu leitað sær oman á Bakka til hátíðarhald, har Regin Jacobsen bjóðaði vælkomin og Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Ian Laister, stjóri í The Scottish Salmon Company, hildu røðu. Eisini spældi Nes Sóknar Hornorkestur.

Síðani varð almenningurin bjóðaður umborð at síggja nýggja tænastuskipið. Skipið hevur áður verið veitingarskip í norsku frálandavinnuni, og er skipið systurskip til M/S Martin, sum Bakkafrost keypti í 2016. Bakkanes er 73,4 metrar langt og 16,6 metrar breitt og er útgjørt við FLS lúsaviðgerðarskipan við tilhoyrandi A-rammu. Tað er MEST á Skála, sum hevur staðið fyri umbyggingini av Bakkanes.

Bakkanes er nú farið í vinnu, har tað fer at virka sum tænastuskip í skotsku alingini.

Niðanfyri síggjast myndir frá móttøkuni á Glyvrum leygardagin.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01