05.02.2016
Í strembanini eftir at framleiða heimsins heilsubesta laks, boðaði Bakkafrost í November 2014 frá, at Havsbrún fór undir at framleiða fóður við reinsaðum lýsi.
Fyrsti laksur, sum hevur etið fóður har lýsið er reinsað alt framleiðslutíðarskeiðið kemur á marknaðin í apríl í ár.
Tað hevur sera stóran týdning, at kundar sum keypa Bakkafrost vørur vegna okkara góðu góðsku og smakk, eisini kenna seg tryggar við, at Bakkafrost ger alt, sum stendur í okkara makt, fyri at tryggja at vøran eisini er tann mest heilsugóða á marknaðinum.
Við reinsaðum lýsi gerst okkara laksur enn meira heilsugóður. Neiligu umhvørvis ávirkanirnar verða í stóran mun reinsaðar úr lýsinum.
Sostatt verður laksur frá Bakkafrost í heimsflokki tá tað snýr seg um heilsugóðan og tryggan mat. Við okkara høga innihaldi av lýsi í fóðrinum, staðfestir laksur frá Bakkafrost seg eisini, sum laks við sera høgum Omega 3 fitisýrum.
Nýggju átøkini við reinsaðum lýsi verða einans gjørt tí vit ynskja tað og ikki tí tað er neyðugt.