08.06.2016
Í dag – 08. juni – hava FSF og Bakkafrost undirskrivað nýggjan tvey ára sáttmála, har Bakkafrost gerst høvuðsstuðul í komandi HM undankapping hjá fótbóltslandsliðnum hjá monnum.
Í bólkinum hjá Føroyum eru Portugal, Sveis, Ungarn, Lettland og Andorra. Flest øll hesi lond kenna longu føroyska landsliðið og framúr góða laksin frá Bakkafrost. Hetta er sostatt eitt gott høvi til at halda fram við støðugu framgongdini, ið bæði landsliðið og Bakkafrost hava havt hesi seinastu árini.
Vit á Bakkafrost fegnast um møguleikan at vera høvuðsstuðul enn eina ferð og ynskja landsliðnum góða eydnu við komandi HM undankapping.
Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.