23.04.2020
Samanlagt er talan um 2,1 millión smolt, sum verða sett út í ringarnar á Vágs- og Hovsfirði.
- Vit fegnast um, at vit aftur fara at hava fisk á øllum alifirðum í Suðuroy, sigur alileiðari Oddvald Olsen
Bakkafrost er í hesum døgum í holt við at seta smolt í ringarnar Undir Klivunum á Vágsfirði. Her verða 1,1 millión smolt sett á sjógv. Tað var smolt frá alistøðini á Glyvradali, ið varð sett út fyrst. Síðani verða smolt frá nýggju alistøðini á Strond sett út, og hareftir verða smolt frá ávikavist Norðtoftum og Viðareiði sett í ringarnar. Støddin á fiskinum er millum 200 g og 300 g.
- Arbeiðið við at seta smolt út krevur nágreiniliga samskipan millum smolt- og sjógvaling. Harumframt er tað av stórum týdningi, at flutningurin millum alistøðir og aliøkini á sjógvi fer fram so skynsamt sum gjørligt, sigur Oddvald Olsen, alileiðari.
Um alt gongst eftir ætlan, fer Bakkafrost undir at seta smolt út á Hovsfjørð í mai, og talan er her um umleið 1 millión smolt, sum koma frá alistøðini á Strond og Viðareiði. Hesin fiskurin fer væntandi eisini at viga millum 200 g og 300 g.
Tá liðugt er at seta smolt út á Hovsfjørð, hevur Bakkafrost fisk á øllum alifirðum í Suðuroy.
- Vit fegnast stórliga um, at vit aftur fara at hava fisk á øllum alifirðum í Suðuroy. Hóast vit mistu ein týðandi part av øllum laksinum í Suðuroy í ógvusliga storminum í februar/mars mánaði, hevur alingin í Suðuroy yvirskipað eydnast serstakliga væl. Tí trúgva vit framvegis uppá, at vit kunnu skapa góð úrslit í Suðuroynni, og fer hetta eisini at koma lokalsamfelagnum til góðar, sigur Oddvald Olsen, alileiðari.