Bakkafrost selt smoltstøðina í Svínoy

Bakkafrost selt smoltstøðina í Svínoy

03.01.2017

Í samband við at gera virksemið hjá Bakkafrost munadyggari, varð avgerð tikin um fyri eini tíð síðan at flyta smoltvirksemið í Svínoy til aðrar, nýliga útbygdar smoltstøðir í Norðoyggjum. Hendan tilgongdin er nú liðug, og  gamla smoltstøðin hjá Bakkafrost í Svínoy er seld Sjúrði Jacobsen. Eftir ætlan fer nýggi eigarin – ið er sonur Bjarna Jacobsen, sum bygdi smoltstøðina í áttati árunum – at brúka støðina til aling av føroyskum rognkelsum. At virksemið heldur fram á smoltstøðini í Svínoy, er gleðiligt fyri fólkið í oynni, Bakkafrost og fyri føroyska samfelagið sum heild.

Bakkafrost leggur stóran dentur á, um til ber, at brúka føroyskar veitarar – har hesir eru kappingarførir – og tí fer Bakkafrost at fylgja væl við, hvussu gongst hesi verkætlan at ala dygdargóð føroysk rognkelsi í Svínoy.

Bakkafrost ynskir nýggja eigaranum bestu eydnu við støðini og vónar, at eitt gott framtíðar samstarv kemur burtur úr nýggja virkseminum til frama fyri nýggja eigaran, Bakkafrost og alt fólkið á staðnum.

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01