Bakkafrost partur av nýggjum burðardygds-indeksi á keypsskálanum í Oslo

Bakkafrost partur av nýggjum burðardygds-indeksi á keypsskálanum í Oslo

03.06.2022

Keypsskálin í Oslo hevur fyri kortum gjørt eitt nýtt burðardygds-indeks, ið hevur til endamáls at hjálpa íleggjarum til at fremja meira burðardyggar íløgur. Indeksið fevnir um tær 40 skrásettar fyritøkurnar, ið avrika best innan sonevnda ESG-økið (Environmental, Social and Governance), sum er ein frymil, ið verður nýttur til at meta um, hvussu burðardygg ein fyritøka er.

Bakkafrost fegnast um at vera partur av hesum nýggja indeksi, ið fer at gera tað munandi lættari hjá íleggjarum at fremja burðardyggar íløgur.

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sigur:

“Hesi seinastu árini hava vit sæð eitt rák móti meira ábyrgdarfullum íløgum. Íleggjarar ynskja at gera mun og stuðla upp undir eina betri og meira burðardygga framtíð gjøgnum íløgur í burðardygt virksemi.
Bakkafrost framleiðir heilsugóðan og føðsluríkan laks til vaksandi fólkatalið í heiminum, og við sermerkt lágum CO2-útláti, lítlari nýtslu av landi og havi í framleiðsluni og høgari fóðurgagnnýtslu er alilaksur upplagdur sum burðardygg íløga. Vit eru sera errin og eyðmjúk um at fáa tílíka viðurkenning fyri okkara arbeiði við burðardygd við at gerast partur av hesum nýggja indeksi”.

Á íleggjaradegnum í september 2021 legði Bakkafrost fram eina íløguætlan fyri burðardyggum vøkstri fram til 2026, og fer henda ætlan at stuðla upp undir broyting til meira burðardygga matnýtslu í heiminum.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01