28.04.2021
Nýggja skipið er systurskip til M/S Martin
Sum liður í íløguætlanini fyri skotska alivirksemið hevur Bakkafrost keypt nýtt tænastuskip.
Bakkafrost hevur undirskrivað sáttmála við norska felagið Eidesvik Shipping AS um keyp av veitingarbátinum Viking Athene, sum hevur verið veitingarskip í norsku frálandavinnuni. Viking Athene er systurskip til tænastuskipið M/S Martin, sum Bakkafrost keypti í 2016.
- Ætlanin er at umbyggja skipið til tænastuskip í alingini, eins og gjørt varð við Martin og Róland. Nýggj avlúsingarskipan og útgerð í samband við tilbúgving verður sett í skipið. Nú skipið verður yvirtikið og skrásett, skulu ymiskar umbyggingar og tillagingar gerast til okkara tørv. Skipið væntast at verða klárt til at fara í vinnu um ólavsøkumundið, sigur Sverri Kjærbæk, rakstrarleiðari hjá Bakkafrost.
Nýggja tænastuskipið er 73,4 metrar langt og 16,6 metur breitt og fær navnið Bakkanes. Skipið kemur at arbeiða á aliøkjunum á vestursíðuni av Skotlandi, sigur Sverri Kjærbæk.