Bakkafrost í 2020

Bakkafrost í 2020

07.06.2016

Bakkafrost leggur í morgun fram nýggja framtíðarætlan fyri menningina av felagnum komandi fimm árini. Ætlanin er fyri tíðarskeiðið frá 2016 til 2020 og setir fram mál, sum Bakkafrost ynskir at náa í hesum tíðarskeiði. Í framtíðarætlanini sæst, at Bakkafrost fer at gera íløgur fyri 2,2 milliardir krónur næstu fimm árini.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost:

Trý ár eru liðin, síðani Bakkafrost legði fram íløguætlanina frá 2013 til 2017. Hendan íløguætlan bleiv dagførd á sumri 2014, og nú er hóskandi, at Bakkafrost setir sær nýggj mál, sum røkka fram til 2020. Endamálið við framtíðarætlanin til 2020 er at tryggja burðardygga aling, lækka lívfrøðiliga váðan, menna kappingarførið og skapa vakstrarmøguleikar.“

Íløgur fyri 2,2 milliardir krónur næstu fimm árini

Í framtíðarætlanin hjá Bakkafrost verða íløgur fyri 2,2 milliardir krónur gjørdar í tíðarskeiðinum frá 2016 til 2020. Íløgurnar verða gjørdar í fleiri partar av virðisketuni, og størsti parturin av íløgunum verður gjørdur í smoltstøðir. Íløgur verða eisini gjørdar í framleiðsluna av fiskamjøli, lýsi og fóðri og í sjógvalingina. Íløgurnar verða fíggjaðar við peningi frá rakstrinum og núverandi tøkum fíggingarmøguleikum.

Kryvji- og liðugvøruvirkið á Glyvrum

Kryvji- og liðugvøruvirkið á Glyvrum, sum hevur staðið í gerð síðani 2014, verður gjørt liðugt í 2016 og byrjar framleiðslu seinna hálvár 2016.

Smolt

Í 2013 var ætlanin at økja støddina á smolti úr 100 grammum til 150 gramm. Fyri at røkka hesum máli hevur Bakkafrost gjørt stórar útbyggingar á smoltstøðunum á Norðtoftum og á Viðareiði. Útbyggingin á Norðtoftum varð liðug í 2014, og útbyggingin á Viðareiði verður eftir ætlan liðug í summar.

Framtíðarætlanin hjá Bakkafrost er at framleiða 14 milliónir smolt um árið, sum í miðal viga 500 gramm. Fyri at náa hesum máli er Bakkafrost farið undir at byggja stóra smoltstøð á Strond, Klaksvík. Umframt smoltstøðina á Strond, ætlar Bakkafrost at økja smoltorkuna við fleiri íløgum í smoltstøðir.

Íløgurnar í smoltstøðirnar styttir um vakstrartíðina hjá laksinum á sjónum, minkar um lívfrøðiliga váðan og gevur møguleikar fyri vøkstri.

Sjógvaling

Fyri at alingin á sjónum skal fylgja við øktu framleiðsluni á smoltstøðunum á landi, fer Bakkafrost framhaldandi at gera íløgur í aliútgerð á sjónum.

Havsbrún

Bakkafrost hevur sum mál, at tilfeingið í so stóran mun sum gjørligt verður virðisøkt í Føroyum. Hetta sæst í stóru íløguni, sum Bakkafrost hevur gjørt í kryvji- og liðugvøruvirkið á Glyvrum.  Tá ið nýggja kryvji- og liðugvøruvirkið fer undir at framleiða, hevur Bakkafrost nýggjar møguleikar at virka vørur úr innvølinum av kruvda laksinum. Eftir ætlan verður nýggj framleiðslulinja til laksamjøl og -lýsi bygd á Havsbrún í Fuglafirði í 2017. Framleiðslan byrjar í 2017.

Havsbrún fer eisini at gera íløgur í nýggja fóðurlinju, so fóðurframleiðslan á Havsbrún fylgir væntaðu øktu laksaframleiðsluni. Harumframt fer Havsbrún at gera íløgur í siloir og goymslur, so Havsbrún framhaldandi kann liggja í fremstu røð, tá ið umræður bestu dygd og besta kappingarføri.

Samband:

Regin Jacobsen, CEO í Bakkafrost: +298 235001 (fartlf.)

Gunnar Nielsen, CFO í Bakkafrost: +298 235060 (fartlf.)

Um Bakkafrost:

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksa­aling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF) er á Havsbrún í Fuglafirði, meðan alivirksemið er kring oyggjarnar á 14 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, á Strondum og í Kollafirði, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskriv­stova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 725 fulltíðar starvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01