Bakkafrost heldur fram sum høvuðsstuðul hjá A-landsliðnum

Bakkafrost heldur fram sum høvuðsstuðul hjá A-landsliðnum

12.03.2021

Seinastu mongu árini hevur búmerkið hjá Bakkafrost prýtt venjingar- og frítíðarbúnarnar hjá føroyska A-landsliðnum við monnum, og soleiðis verður eisini komandi fýra árini.
Í dag, 12. mars, hava Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, og Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, skrivað undir nýggjan stuðulssáttmála galdandi til og við 2024.

Á Bakkafrost fegnast vit um, at góða samstarvið millum FSF og Bakkafrost heldur fram. Føroyska landsliðið við monnum er í eini spennandi menning ítróttarliga, og vit fegnast um møguleikan at vera við á ferðini. Landsliðið hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið, og teirra avrik minna okkum á, at hóast vit eru fá, kunnu vit við eldhuga og dugnasemi veruliga gera okkum galdandi altjóða.

- Vit síggja eitt stórt virði í føroyska landsliðnum, og tí eru vit ógvuliga fegnir um hendan møguleikan. Úti í heimi hevur landsliðið verið eitt fyrimyndarligt umboð fyri Føroyar, og tað er eisini nakað, ið vit ynskja, at fólk skulu kenna aftur, tá tey síggja okkara vørur í handlum kring allan heimin, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, sær Bakkafrost sum ein sterkan viðleikara og ein týdningarmiklan stuðul á ferðini hjá A-landsliðnum.

- Bakkafrost telist millum heimsins fremstu alifyritøkur, og tað, at vit bera teirra búmerki á frítíðar- og venjingarbúnum ger, at vit eru noyddir til at seta okkum stór krøv og miða høgt. Og tað er júst tað, ið okkara landsliðsvenjarar og leikarar gera undan hvørjum einasta dysti, sigur Virgar Hvidbro.

A-landsliðið við monnum fer í hesum mánaðinum undir nýggja undankapping til HM, sum verður í Katar 2022. Føroyar eru í bólki við Danmark, Ísrael, Moldova, Skotland og Eysturríki, so tað er lagt upp til nakrar sera spennandi dystir.

Á Bakkafrost gleða vit okkum til at fylgja gongdini, og vit ynskja landsliðnum góða eydnu við komandi HM-undankapping.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01