08.09.2022
Krøvini til burðardygdsrapportering gerast alsamt fleiri og meira víðfevnd, og bara síðani 2017, tá Bakkafrost gav út fyrstu frágreiðingina um burðardygd, er frágreiðingin vaksin við nærum 100 síðum. Hetta er ein sera jalig gongd, ið er eitt greitt tekin um áhaldandi menning í burðardygdsarbeiðinum. Tó hava vit á Bakkafrost eitt ynski um at kunna breitt um arbeiðið við burðardygd til allar okkara áhugapartar, og tískil hevur tørvur verið á at framleiða eina styttri frágreiðing, ið er lættari at lesa, men sum samstundis dregur fram øll tey týdningarmiklu viðurskiftini innan burðardygd.
Í dag fegnast vit um at kunngera ein samandrátt av burðardygdsfrágreiðingini fyri 2021. Frágreiðingin er 20 síður og inniheldur nógvar myndafrágreiðingar, ið vit vóna kann geva lesaranum eitt skjótt og greitt yvirlit yvir týdningarmestu avrikini hjá Bakkafrost innan burðardygd í 2021.
Bakkafrost hevur sett sær framsøkin mál innan burðardygd, til dømis at minka um beinleiðis CO2-útlátið við 50% innan árslok í 2030. Í løtuni arbeiða vit millum annað við at:
Grøna orkuskiftið hevur skund, og týdningurin av eini støðugari og burðardyggari orkuveitan gerst alsamt meira eyðsýndur, nú orkugjøldini í Evropa eru alsamt vaksandi.
Ravmagnan av øllum virksemi er ein tann týdningarmesti liðurin í at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum, og tí er týdningarmikið, at el-marknaðurin verður soleiðis skipaður, at fleiri aktørar kunnu geva teirra íkast til at tryggja eitt størri útboð av grønari el-orku á ein hátt, sum samtundis er fíggjarliga burðardyggur. Á henda hátt kann verulig ferð setast á eina væl skipaða og skilagóða umlegging til framleiðslu úr varandi orkukeldum.
Samandrátturin kann lesast her.