Bakkafrost fingið sína fyrstu elriknu tvíkilju

Bakkafrost fingið sína fyrstu elriknu tvíkilju

16.09.2022

Í gjár, 15. september, var hátíðarhald á skipasmiðjuni hjá MEST í Havn, har MEST handaði Bakkafrost fyrstu føroysku elriknu tvíkiljuna, nevnd "Grønarók". Elrikna tvíkiljan er úrslitið av orkuverkætlan hjá norðurlendska ráðharraráðnum, ið hevur til endamáls at finna grønar orkuloysnir til fjarskotin øki.

Á skránni vóru røður, har millum annað Regin Jacobsen greiddi frá burðardygdsætlanini hjá Bakkafrost, og hvussu stóran týdning samstarv millum almennu myndugleikarnar og vinnulívið hevur, um vit skulu flyta Føroyar longur fram á grønu kósini.

- Samstarv ger, at dreymar og visiónir kunnu røkkast, men tær gerast marrur og plágur, um samstarvið er vánaligt ella óskipað. Tí er so týdningarmikið, at vit saman skapa eitt kervi á landi bæði til framleiðslu og veitan av grønu orkuni.
Tað er neyðugt, at vit samstarva og eru opin og vilja royna nýggjar leiðir á øllum økjum, um vit veruliga vilja flyta okkum. Tað eru framvegis nógvar broytingar, sum eru neyðugar, um vit veruliga ætla at røkka málinum; men henda tilgongd gongur ov seint, og um vit ikki byrja at taka djarvari avgerðir, verða vit ov sein á sjóvarfallinum, segði Regin Jacobsen millum annað í síni røðu.

Eisini Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, vóru millum røðararnir, umframt at Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV, greiddi frá framkomnu tøknini, ið er ment til at tryggja, at báturin í mest møguligan mun verður løddur við grønari yvirskotsorku, tað vil siga, tá framleiðslan av grønari orku er størri enn nýtslan. Skipanin nýtir millum annað veðurforsøgnir og sonevnt ‘machine learning’ til tess at greina, nær grøn yvirskotsorka fer at vera tøk.

Til seinast hevði Mouritz Mohr, stjóri hjá MEST, røðu, har hann greiddi frá, hvussu báturin fer at betra um arbeiðsdagin hjá manningini, nú hvørki larmur ella luktur longur verður partur av gerandisdegnum. Síðani vórðu skjølini undirskrivað, og Regin Jacobsen fekk handað lyklarnar til bátin.

Spennandi verður at fylgja við, hvussu báturin roynist, og royndirnar verða tiknar við í framtíðar metingum av, hvørjar burðardyggar loysnir Bakkafrost kann seta í verk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01