Bakkafrost fingið nýtt hybrid brunnskip

Bakkafrost fingið nýtt hybrid brunnskip

08.01.2023

7. januar 2023 var ein sermerktur dagur, tá nýggja brunnskipið Bakkafossur kom á Glyvrar og legðist afturat flotanum hjá Bakkafrost. 109 metrar langa brunnskipið er eitt av størstu brunnskipum í alivinnuni.

Móttøka var hildin á Glyvrum, har nevndarlimir og leiðslubólkur hjá Bakkafrost umframt løgmaður og aðrir løgtingslimir vóru millum tey, ið bjóðaðu skipi við manning vælkomnum til landið, eftir at hava siglt skipið heim úr Turkalandi, har tað varð bygt á Sefine skipasmiðjuni. Arbeiðið byrjaði á sumri í 2020, og skipið varð latið Bakkafrost í desember 2022.

Bakkafossur kann føra upp til 1.000 tons av livandi fiski, og er mettur at vera eitt stórt framstig í at tryggja burðardygga framleiðslu í framtíðini. Afturat teimum fimm diesel generatorunum er skipið útgjørt við battarískipan, ið tryggjar upp til 20% sparing í oljunýtslu. Staðsetingin av motorunum ger, at tað er lætt at skifta til 100% grøna orkuloysn, tá slíkar eru til taks á marknaðinum.

Skipið kann framleiða upp til 6.000 tons av feskvatni um døgnið, og harvið er kapasiteturin til feskvatnsviðgerð munandi øktur í føroysku framleiðsluni. Feskvatnsviðgerð er sera týdningarmikil liður í arbeiðinum at tryggja góða fiskaheilsu, og styrkir millum annað toknustøðuna hjá laksinum. Bakkafossur verður útgjørdur við FLS-skipan til viðgerð móti laksalús og styrkir lívfrøðiligu trygdina í framleiðsluni, sum er í tráð við burðardygdsætlanina hjá Bakkafrost. Bakkafossur er harumframt eisini fyrireikaður til at loysa uppgávur í sambandi við aling á opnum havi.

Í síni røðu segði Regin Jacobsen, stjóri, millum annað:

“Heiminum tørvar, at útboðið av burðardygt framleiddum matvørum økist. Laksaaling er ein tann besta loysnin til matvøruframleiðslu, tá hugsað verður um burðardygd í breiðari merking. Vit hava ófatuliga nógvar møguleikar í Føroyum – tað er tí altavgerandi at viljin, evnini og møguleikin eru til at gagnnýta hesar. Bakkafossur er eitt stig á hesi leið, bæði at fara út á opið hav at ala; men eisini at flyta okkum rættan veg í mun til burðardygd.
Okkara visión fyri Føroyar er, at vit framyvir fara at økja munandi um okkara matvøruframleiðslu til heimin – at vit fara at framleiða munandi meira mat úr havinum. Burðardyggan hágóðskumat, sum heiminum tørvar.”

Í sambandi við at skipið varð doypt, bar gumman, Annika Frederiksberg, fram hesa heilsan:

Ein snotilig skúta við bryggjuna liggur,
so sjóblá og føgur – tú at henni hyggur.
Skal virka í vinnu og virðini nøra,
og saman við manning at landi tey føra.

Tú vónirnar birtir í okkara hjørtum,
at mennast skal landið mót tíðum so bjørtum.
Vit ynskja Guds signing teg uppi skal bera.
Bakkafossur, navn títt skal vera.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01