12.09.2019
Týski GMO matvørumynduleikin (VLOG – Verband Lebensmittel ohne Gentechnik) hevur góðkent Bakkafrost eftir “Ohne GenTechnik” standardinum (GMO-frítt).
Fyri at ein matvøra kann fáa merkingina VLOG-góðkent, skal hon ikki innihalda:
Til tess at fáa hesa góðkenning, er Bakkafrost skoðað av uttanhýsis skoðarum sambært standardinum. Hesin standardur er eitt uppískoyti til Global G.A.P. góðkenningina hjá Bakkafrost.
Hetta er enn ein háttur hjá Bakkafrost at ganga tørvinum hjá kundunum á møti og framleiða hágóðskulaks á ein ábyrgdarfullan hátt sum partur av ætlanini um burðardygd “Sunt Lív”.