08.04.2016
Bakkafrost hevði aðalfund á Glyvrum í dag. Ársroknskapur felagsins fyri 2015 varð góðkendur.
Í frágreiðingini á aðalfundinum segði nevndarformaðurin Rúni M. Hansen millum annað:
„Flest øll londini, vit føroyingar samanbera okkum við á vinnuliga økinum, hava eitt fjølbroytt vinnulív, bæði tá ið talan er um vinnuslag, stødd á vinnuvirkjum og ognarskap. Á tveimum av hesum økjum skilir Bakkafrost seg eitt sindur út í Føroyum, nevniliga viðvíkjandi ognarskapi og stødd á felagi.
Í februar 2010 varð bræv sent út til øll húsarhald, virkir og almennar stovnar í Føroyum, har sagt varð, at „Stovnar og privatir íleggjarar hava møguleika at keypa partabrøv í Bakkafrost og luttaka í framhaldandi menningini av Bakkafrost“. Hervið bleiv felagið opið fyri almenninginum, har einhvør kundi gerast eigari. Í dag eru tilsamans yvir 4.300 partaeigarar í Bakkafrost úr 22 londum. Størsti parturin av hesum, nevniliga góð 26%, er úr Føroyum, 22% úr Bretlandi og sløk 19% úr Noregi.
Vit kunnu siga, at felagið í dag er stórt í mun til samfelagið, vit virka í. Hetta er ein sera stór ábyrgd hjá okkum, sum varða av felagnum. Hinvegin er eitt hampuliga stórt og sterkt felag ein fyrimunur í kappingini við útlandið og ein styrki í arbeiðinum at virðisøkja laksin í Føroyum og í planleggingi av arbeiðinum yvirhøvur og málinum um altíð at betra um lívfrøðiligu gongdina.
Vit kappast á altjóða marknaðinum, og vit kunnu gleðast um, at higartil hava vit staðið okkum væl í kappingini. Tað hevur gjørt, at vit kunnu varðveita nógv arbeiðspláss í landinum í øllum liðum í virðisketuni, har vit millum annað bæði kunnu vísa á tað serstaka føroyska fóðrið á Havsbrún og heilt til liðugvørurnar, ið ikki verða virkaðar í láglønarlondum, men verða virkaðar í Føroyum og enda beinleiðis í kølidiskunum í Evropa og USA.
Gongdin í 2015
Í 2015 seldu vit fyri tilsamans 2,9 milliardir krónur. Vit gjørdu íløgur fyri 608 milliónir, harav tvær stórar íløgur vóru í nýggja kryvji- og portiónsvirkið á Glyvrum og í smoltstøðina á Viðareiði. Nettoúrslitið var 810 milliónir krónur. Vit vænta, at beinleiðis skatturin, felagið kemur at gjalda inn í Landskassan í 2016, verður góðar 400 milliónir krónur. Tilsamans 950 starvsfólk vóru á lønarlistanum í desember 2015; fulltíðarstørv fyri árið vóru 725. Vit koma at gjalda 403 milliónir út til parteigararnar í vinningsbýti. Staðfestast kann, at tey sum hava hildið fast í partabrævinum síðani skrásetingina og hava latið peningin arbeitt í felagnum, hava við vinningsbýtinum í dag fingið slakar 30 norskar krónur av teimum 31 norsku krónunum, tey keyptu partabrøvini fyri. Ella sagt á annan hátt, tey, sum keyptu partabrøv fyri til dømis 10.000 krónur, hava fingið áleið 9.500 krónur aftur í beinleiðis vinningsbýti – og so sjálvsagt hækkanina í partabrøvunum afturat hesum.
Lívfrøðin
Bakkafrost leggur alla orku í at fremja eitt so sunt og lívfrøðiligt vakstrarumhvørvi sum gjørligt. Vit arbeiða miðvíst fyri at uppfylla hægstu veterineru og lívfrøðiligu krøv. Lívfrøðin hevur alstóran týdning í framleiðsluni av alilaksi, og hetta eigur altíð at hava okkara størsta fokus. Tí er tað, at okkara íløguætlanir hava hetta sum fremsta mál, nevniliga at betra um lívfrøðina. Í 5-ára íløguætlanini, vit løgdu fram í 2013, var høvuðsendamálið at betra um lívfrøðina og gera felagið meira kappingarført mótvegis okkara útlendsku kappingarneytum. Størstu einstøku íløgurnar í hesi ætlan vóru skipið Hans á Bakka, sum hevur víst seg at verið eitt stórt framstig innan millum annað lúsaviðgerð, har vatn verður nýtt til at reinsa laksin; nýggja virkið á Glyvrum, sum økir munandi um tilbúgvingina fyri allar Føroyar, og síðani íløgur í verandi og nýggjar smoltstøðir fyri at framleiða stór smolt.
Nevndin er nøgd við úrslitið hjá samtakinum í ár og nýtir høvið at takka starvsfólkunum fyri avrikið í 2015.”
Á aðalfundinum stóðu nevndarlimirnir Johannes Jensen, Virgar Dahl og Tor Magne Lønnum fyri afturvali. Johannes Jensen og Virgar Dahl vóru báðir afturvaldir eftir tilmæli frá valnevndini, og Teitur Samuelsen varð eftir tilmæli frá valnevndini valdur sum nýggjur nevndarlimur fyri Tor Magne Lønnum, ið hevði boðað frá, at hann tók ikki við afturvali.
Gunnar í Liða og Rógvi Jacobsen vórðu afturvaldir í valnevndina hjá felagnum fyri 2 ár, og Leif Eriksrød var nývaldur fyri eitt ár. Ola Wessel-Aas hevði avgjørt at fara úr valnevndini. Grannskoðari felagsins P/F Januar, løggilt grannskoðanarvirki, heldur fram sum grannskoðari.
Partaeigarar, sum eiga 39,03% av felagnum, møttu á aðalfundinum, sum var opin fyri tíðindafólki.
Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.