03.04.2020
Eitt sunt umhvørvi er fortreytin fyri einum sunnum virksemi. Tá ið vit virka í einum samfelagi, ið er so bundið av natúrini – so er alneyðugt, at javnvágin við natúrina er røtt og burðardygg. Vit eru algreið yvir nútíðar og framtíðar avbjóðingina, sum vit standa yvir fyri, at kunna geva vaksandi fólkatalinum í heiminum góðan og sunnan mat uttan at vera til ampa fyri klótu okkara. Vit eru sannførd um, at laksaaling hevur ein týdningarmiklan leiklut her orsakað av sera lága fóður til mat umskiftisfaktorinum og lágu kolevnisslóðini. Okkara virksemi skal vera burðardygt og ábyrgdarfult á allan hátt.
2019 hevur verið eitt serstakt ár hjá Bakkafrost á ymsan hátt. Tað, sum setti størstan dám á árið, var stóra stigið, sum vit tóku, tá ið vit tóku avgerð um at keypa The Scottish Salmon Company (SSC) og við hesum at spreiða alivirksemið inn á eitt nýtt landafrøðiligt øki. Keypið hevur økt munandi um virksemið hjá Bakkafrost og gevur samtakinum nýggjar vakstrar- og menningarmøguleikar.
Í 2019 var eisini fyrstu ferð, síðan skrásetingina av Bakkafrost á keypsskálanum í Oslo í 2010, at vit útvegaðu nýggjan partapening. Núverandi partaeigarar og nýggir íleggjarar vóru sera vælviljaðir um ætlan okkara at keypa SSC, og okkum eydnaðist at útvega meira enn 5,1 milliard norskar krónur til keypið.
Nýggja biogassverkið hjá Bakkafrost er um at verða liðugt og fer undir virksemi í 1. ársfjórðingi 2020. Hetta, at umbroyta okkara lívfrøðiliga burturkast frá alingini til reina orku, hita og natúrlig tøð til bøndurnar, hevur stóran týdning fyri umhvørvið og alt samfelagið.
Árligi orkuførleikin verður 90-100.000 tons av umbroytiligum burturkasti, ið svarar til eina árliga framleiðslu á 45-50.000 tons av natúrligari taðingarvætu, sum fer at veita 400 húsarhaldum hita og 1.900 húsarhaldum el við mettu núverandi móttøkuætlan. Biogassverkið fer væntandi at spara umhvørvinum 11.000 tons av CO2 um árið.
Havsbrún fór undir framleiðslu av laksamjøli og laksalýsi í nýggju framleiðsluhølunum við árslok 2018. Væntandi fer hendan framleiðslan at økja um virðið á avskurði í okkara laksaframleiðslu.
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru treytað av tøkari rávøru.
Væntandi fer sølan av alifóðri at vaksa í 2020 til eini 110.000 tons.
Bakkafrost leggur seg eftir áhaldandi at minka um lívfrøðiliga váðan og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og mannagongdir fyri at minka um váðan.
Góðskan og støddin á smoltinum er økt munandi, og greið tekin eru um, at strategiin við stórum smolti og avlúsing uttan evnafrøðilig evni virka eftir ætlan í Føroyum. Bakkafrost fer sum frálíður at víðka hesar strategiir til at fevna um alingina í The Scottish Salmon Company.
Síðan Bakkafrost yvirtók alingina í Suðri í 2016, hava vit gjørt munandi íløgur í alistøðirnar og kryvjivirkið í Suðuroy. Virksemið hevur gingið væl og hevur givið eitt munandi íkast til tøkunøgdina í 2019. Saman við strategiini at ala stór smolt hevur alingin í Suðri ein týdningarmiklan leiklut í organisku vakstrarstrategiini í Føroyum.
Líta vit frameftir, meta vit, at aling á opnum havi verður gjørlig og eisini verður eitt natúrligt næsta stig hjá Bakkafrost í Føroyum. Vit meta, at hetta verður ein týðandi vakstrarmøguleiki, har vit kunnu fáa gagn av okkara longu virðisketu. Í 2018 varð alilógin dagførd í Løgtinginum, og tilhoyrandi kunngerðir vóru lýstar í 2019, har aling á opnum havi eystan fyri Føroyar verður loyvd. Bakkafrost hevur seinastu árini at kanna hendan møguleikan, og meta vit at hetta kann vera áhugavert.
Í 2019 økti Bakkafrost aftur um liðugvøru partin samanborið við óvanliga lágu framleiðsluna av lidnum vørum í 2018.
Lutfallið av samlaðu tøkuni, sum varð brúkt í virðisøktu framleiðsluni, var 29% í 2019 sammett við 19% í 2018. Sáttmálaprísirnir hækkaðu eisini, og avlopið hjá góðskingargeiranum batnaði munandi samanborið við 2018: Operationelt EBIT/kg hjá góðskingargeiranum var 3,82 kr./kg í 2019 í mun til eitt hall á 2,68 kr./kg í 2018.
Langtíðarætlanin hjá Bakkafrost er, at umleið 40-50% av tiknu nøgdunum av laksi í Føroyum verða seldar sum virðisøktar vørur við sáttmálum til ásettan prís.
Bakkafrost arbeiðir á øllum høvuðsmarknaðunum fyri laks: Evropa, USA, Fjareystur og Russland. Skiftandi sølan millum ymsu marknaðirnar kemst av broytingini í eftirspurninginum ársfjórðing fyri ársfjórðing í ymsu økjunum. Men Bakkafrost miðar ímóti at hava javnvág í býtinum til ymsu marknaðirnar fyri at minka um marknaðarváðan.
Í 2019 keypti Bakkafrost ein nýggjan bygning til virksemið í New Jersey, USA. Hetta fer at gera tað møguligt at økja um virksemið í USA og at kunna menna nýggjar vørur og tænastur til kundarnar, sum vit leggja okkum eftir, í økinum á eysturstrondini í USA.
Íløguskráin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið frá 2020 til 2022, frároknað íløgur í The Scottish Salmon Company, verður umleið 1,8 milliardir krónur við viðlíkahaldsíløgum og fer at styrkja samfelda vinnumyndilin hjá Bakkafrost og tryggja førleikan í øllum liðum á virðisketuni.
Endamálið við íløguætlanini er at minka um lívfrøðiliga váðan, økja virkisførið og skapa burðardyggan organiskan vøkstur. Denturin, Bakkafrost leggur á at ala størri smolt, hevur ein týðandi leiklut til at náa hesum máli.
Umframt ætlaðu íløgurnar í virðisketuna í Føroyum væntar Bakkafrost at fremja íløgur í The Scottish Salmon Company fyri umleið 350 milliónir krónur um árið frá 2020 til 2024.
Íløgurnar í Føroyum og íløgurnar, sum vit fara at gera í Skotlandi, fara at hava ein týðandi leiklut fyri framtíðar vinnumynstrið hjá Bakkafrost.
Í 4. ársfjórðingi 2019 endurfíggjaði Bakkafrost síni bankalán við eini lánirammu áljóðandi EUR 352 milliónir og við einum innbygdum møguleika at økja rammuna við EUR 150 milliónum. Umframt hetta tók felagið eitt bankalán áljóðandi GBP 100 milliónir at endurfíggja The Scottish Salmon Company. Bakkafrost útgav eisini partabrøv í 3. og 4. ársfjórðingi 2019 áljóðandi NOK 5.142 milliónir at fíggja keypið av The Scottish Salmon Company.
Úrslitið hjá Bakkafrost samtakinum var 802 mió krónur fyri 2019 samanborið við 960 mió krónur fyri 2018. Solvensurin hjá Bakkafrost var 65% við árslok 2019.
Høgi solvensurin saman við bankafíggingini hjá Bakkafrost gera fíggjarligu støðuna hjá Bakkafrost góða. Fíggjarliga styrkin ger, at Bakkafrost er ført fyri at fremja íløguætlanirnar bæði í Føroyum og Skotlandi og harvið styrkja samtakið.
Seinastu vikurnar er COVID-19 alheimsfarsóttin farin um allan heim og hevur ávirkað laksamarknaðin munandi, órógvað sølu, veitingar og flutningsleiðir sum heild. Støðan broytist alsamt og skapar stórar óvissur, sum óivað fara at halda á enn eina tíð.
Orsakað av óvissuni av áhaldandi COVID-19 alheimsfarsóttini hevur nevndin í Bakkafrost avgjørt at afturkalla uppskotið um útgjald av vinningsbýti fyri 2019. Nevndin fer at leggja nýtt uppskot um útgjald av vinningsbýti fyri 2019 fram tann 25. august, tá ið úrslitini hjá Bakkafrost fyri fyrra hálvár verða løgd fram og óvissan orskað av COVID-19 væntandi er avhæsað nakað.
Fyri nevndina fari eg at takka øllum starvsfólkum hjá Bakkafrost fyri heilhuga, nærlagni og ágrýtni í arbeiðinum í 2019.