A63 Árnafjørður og A15 Tvøroyri fingið ASC-góðkenning

A63 Árnafjørður og A15 Tvøroyri fingið ASC-góðkenning

09.09.2020

Arbeiðið at fáa øll aliøki hjá Bakkafrost ASC-góðkend heldur fram, og nú hava tvey aliøki afturat fingið ASC-góðkenning. Væntandi verða øll aliøkini hjá Bakkafrost ASC-góðkend áðrenn árslok

Eitt av fremstu málunum hjá Bakkafrost í ætlanini fyri burðardygt virksemi er, at øll aktiv aliøki skulu verða ASC-góðkend áðrenn árslok í 2020. ASC er mest viðurkenda umhvørvisgóðkenningin í heiminum innan laksaaling. Arbeiðið við at fáa øll aktiv øki góðkend gongur væl, og nú hava A63 Árnafjørður og A15 Tvøroyri eisini fingið ASC-góðkenningina.

Øll virðisketan arbeiðir í tráð við ASC-standardin. Virkini hava ASC-góðkenning, og harumframt er fóðrið og smoltið ASC-góðkent. Við teimum nýggju góðkenningunum eru nú 17 av teimum aktivu aliøkjunum ASC-góðkend. Bert tvey av aktivu økjunum hjá Bakkafrost mangla at fáa góðkenningina.

- Annað av hesum er longu skoðað, og hitt økið verður skoðað 28. september, so vit hava góðar vónir um at røkka málinum um, at øll øki skulu verða góðkend í 2020, sigur Anna Johansen, leiðari í Góðskudeildini.

Vanliga koma fólk úr Bretlandi til Føroya at fremja ASC-skoðanirnar, men vegna Corona-farsóttina eru skoðanirnar farnar fram á serligan hátt gjøgnum video.

- Hetta hevur verið avbjóðandi, men tað hevur kortini víst seg at rigga væl, sigur Anna Johansen.

Altjóða standardir sum til dømis ASC eru umfatandi og avbjóðandi góðkenningar. Góðkenningarnar eru samstundis trygdin hjá kundunum, at vit sum felag seta okkum høg mál fyri, hvussu vit arbeiða, og at okkara mannagongdir eru skipaðar soleiðis, at framleiðslan hjá okkum er burðardygg. Tað er tí avgerandi fyri kappingarførið hjá Bakkafrost, at vit arbeiða eftir teimum strangastu altjóða standardunum, og at vit altíð seta okkum nýggj og avbjóðandi mál.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01