A-12 Kunoyarnes fingið nýggja landstøð

A-12 Kunoyarnes fingið nýggja landstøð

23.07.2020

Starvsfólkini á aliøki A-12 Kunoyarnes hava seinastu 18 mánaðirnar hildið til á gamla kryvjivirkinum hjá Bakkafrost í Klaksvík. Talan var bert um eina fyribils loysn, til nýggj landstøð var klár. Og í gjár fluttu starvsfólkini á A-12 so inn í snotiliga bygningin við Grótrætt, har gott pláss er til alla útgerð, og stutt er at sigla til aliringarnar undir Kunoyarnesi.

Tað er Articon, sum hevur gjørt bryggju og økið rundan um bygningin, og Kanjon hevur innrættað bygningin. RV Tøkni hevur gjørt el-arbeiðið, Signar Kallsberg hevur gjørt VVS-arbeiðið, og André Matras hevur málað.

Vit ynskja starvsfólkunum á A-12 Kunoyarnesi hjartaliga til lukku við nýggju landstøðini og blíðan byr framyvir.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01