Laksurin er upprunaliga úr Norðuratlantshavi, hann fær heilsugott fóður, ið vit vandaliga taka úr sjónum kring Føroyar.
Hesar smáu oyggjarnar við brøttum bergum liggja mitt í Norðuratlantshavi, har hart og kalt rák heldur sjógvin reinan.
Hetta saman við okkara vakna eyga fyri stakpørtum og einari loddrættari samskipan ígjøgnum alt okkara streymlinjaða virki, gevur nakað av tí allarbesta laksinum í øllum heiminum.
Bakkafrost hevur starvsfólk við fleiri ára royndum og kunnleika: starvsfólk, ið leggja dent á góðsku, djóravælferð og burðardygd. Úr serligum fóðri, ið vit taka úr sjónum kring oyggjarnar, við aling undir bestu umstøðum, til vøran er gjørd. Bakkafrost stýrir hvørjum einasta liði í framleiðslugongdini.
Tølini tala fyri seg: lágt FCR, lítil deyðatíttleiki, góð miðalvekt, nógv innihald av omega-3 og meiri sjótilfeingi í fiskafóðrinum.
Bakkafrost er ein eitt-stig handilsmiðdepil, halgaður tykkara tørvi. Bakkafrost er ein stórur, góðkendur laksaframleiðari og kortini nóg smidligur at laga seg eftir einum og hvørjum tørvi hjá viðskiftafólki. Brúkararnir fara altíð at vera í miðdeplinum.
Føroyar eru úrvalspláss fyri allarbesta laksin. Føroyar eru eitt lítið fjart oyggjaland mitt úti í Norðuratlantshavinum við minni enn 50.000 íbúgvum. Hóast landið er so lítið, ger føroysk alivinna um seg sum ein úrvalsframleiðari, sum hevur fínastu góðsku á atlantiskum laksi sum sítt sermerki. Vinnan leggur alla orku í, at fiskurin trívist, og at alingin er burðardygg. Hetta sæst týðiliga aftur í tí framúr góðsku, ið alilaksur úr Føroyum hevur.
Tað er einki so fullkomið stað til fyrstafloks laksaframleiðslu sum Føroyar. Tær eru staðsettar fjart frá øllum øðrum og reinur sjógvur streymar ímillum tær. Sjógvurin er javnur og kaldur, rákið er hart, og arbeitt verður inni á firðum, sum skera seg inn í oyggjarnar. Allur villur laksur í Norðurevropa verður drigin at hesum fullkomnu umstøðum og stevnir til leiðirnar norðan fyri Føroyar at ganga á beiti.
Føroyingar hava livað av sjónum í øldir og hava størstu virðing fyri sjógvi og umhvørvi. Føroyska alivinnan leggur alla orku í burðardygd og at umsita og røkja umhvørvið. Vinnan hevur samstarvað við myndulleikarnar um at skipa og seta í verk eina ta strangastu alilóggávu í heiminum, sum skipar alivirksemi á hægsta stigi. Málið við hesi umfatandi lóggávu var, at skipa alivirksemið og strukturin í vinnuni eftir burðardyggum leisti og harvið verja móti teim sjúkum, ið kunnu raka alifisk. Lóggávan tryggjar, at fiskurin hevur bestu kor, ið hugsast kann, og at umhvørvið verður vart so væl sum gjørligt. Henda umfatandi fyribyrgingarskrá, hevur roynst so dygg, at føroyska alivinnan ikki hevur nýtt antibiotika seinastu nógvu árini - og hevur eisini verið spard fyri sjúku.
Føroysk alivinna hevur eina søgu við rótum aftur til 1967. Hesin arvur saman við fyrimyndarligum nátturuumstøðum og eini halgan til burðardygd og góðsku, er nú viðurkendur um allan heim, og laksur frá hesum smáum oyggjum verður nú útfluttur til seks heimspartar. Stóri eftirspurningurin eftir aldum laksi úr Føroyum og lútfalsliga lítla støddin á oyggjunum og tann veruleiki, at landið hevur bundið seg til langtíðar burðardygd, merkir, at føroyskir framleiðarar hava ilt við nøkta eftirspurningin. Aldur laksur er ein týðandi táttur í føroyskum búskapi, og hann stendur í løtuni fyri 50% av útflutningi landsins og skapar virðismikil arbeiðspláss úti á smáplássunum.
Til tess at fiskurin trívist og er so feskur sum til ber, er umráðandi, at flutningstíðin í millum liðini í virðisketuni er so stutt sum til ber. Góðir flutningsmøguleikar tryggja, at flutningstíðir ikki eru avgerðandi forðing fyri okkara kappingarføri og at fiskurin er feskur og góður. Hóast Føroyar eru mitt úti í Norðuratlantshavi, kann feskur laksur úr Føroyum vera á øllum týðandi marknaðinum innan fyri 24 tímar eftir, at hann er tikin
Fóður er ein tann týdningarmesti tátturin, tá ið fyrstafloks laksur verður framleiddur. Og sum nakað heilt serligt framleiðir Bakkafrost enntá sítt egna fiskamjøl og lýsi, sum síðan verður til allarbesta fiskafóður á somu verksmiðju.
Av tí at loddrætta samskipanin er so fullkomin, hevur Bakkafrost fult tamarhald á fiskafóðrinum og kann eisini hava meiri fiskamjøl og lýsi í fóðrinum enn aðrir laksaalarar. Hetta gevur laksi frá Bakkafrost betri fiti, sum hevur serliga nógva heilsugóða Omega-3 feittsýru DHA og EPA. Henda natúrliga føðin kemur til greinar í góða smakkinum í laksinum frá Bakkafrost.
Natúrliga føðin hjá villum laksi er sjálvandi havsins tilfeingi, og av tí at vit hava okkara laksafóður so natúrligt sum til ber, hava vit eisini kunnað víst á bestu fóðurumgerðina í vinnuni.
Allur fiskurin, ið nýttur verður at framleiða fiskamjøl og lýsi á Bakkafrost, er frá góðkendum burðardyggum fiskiskapi, og ein stórur partur er slógv ella fiskur, ið ikki annars hevði verið brúktur til mannaføði.
Úrslitið er ein nógv betri laksur, framleiddur burðardygt og við einum undranarverdum fóðurúrsliti.
Bakkafrost kunngjørdi í november 2014 at allur laksurin hjá samtakinum fer at verða framleiddur við lýsi, ið er reinsað fyri umhvørvislig dálkingarevni, so sum PCB og Dioxin.
Av tí at Dioxin dl-PCB eru tilstaðar í natúruni kunnu hesi evni eisini finnast í nógvum matvørum. Myndugleikarnir hava sett hámørk fyri hvussu nógv av hesum evnum matvørur kunnu innihalda. Royndir sum Heilsufrøðiliga Starvsstova javnan ger, vísa at føroyskur laksur inniheldur sera lítið av hesum evnum í mun til ásettu hámørkini. Bakkafrost heldur tó, at við at reinsa lýsið kann Bakkafrost styrkja enn meira um sína støðu á marknaðinum.
Bakkafrost hevur altíð tað fremst í huga at reka eina burðardygga fyritøku. Endamálið hjá fyritøkuni er at minka um øll árin á umhvørvið. Øll starvsfólk verða eggjað til at sýna ábyrgd fyri umhvørvinum. Øll starvsfólk læra um umhvørvisligar vandar og vandar í sambandi við raksturin av fyritøkuni, og umframt tað fáa tey venjing í, hvussu sleppast kann undan hesum vandum og minka um skaðarnar. Fyritøkan ger alt fyri at raka við og menna umhvørvisvinaligar loysnir.
Okkara laksur er aldur í sínum egna natúrliga og sunna umhvørvi, og okkara arbeiðslag tryggjar at fiskurin trívist. Fiskurin er ikki so tættur í ringunum, og tað ger, at laksurin hjá Bakkafrost fær høvi at vaksa natúrliga í aliøkjum, ið eru sundurskild við firðum og sundum. Teir føroysku firðirnir hava framúrskarandi góðar lívfrøðiligar umstøður, javnan hita alt árið, umframt at harður streymur støðugt sílar reinan sjógv gjøgnum aliringarnar og rundan um teir.
Hesar hugsanir um umhvørvið, og at vit gáa um allar smálutir hjálpir okkum at hava:
aldan laks, ið er sterkur og heilsugóður
eina stranga stýringsskipan og lítlan deyðatíttleika
lægstu miðal fóðurnýtslu og deyðatíttleika í vinnuni
fullkomið sporføri frá rogni til lidna vøru
fisk, ið hevur nógv omega-3
fóður uttan GMO
Bakkafrost mennir, framleiðir og marknaðarførir fyrstafloks laksaúrdráttir, ið lúka tey strangastu krøvini á marknaðinum. Starvsfólkini á Bakkafrost eru væl upplærd og hava góðan kunnleika um alt, ið ávirkar góðskuna á mati, matvørutrygd, umhvørvisans. Hesi atlit eru hegnisliga bregdað inn í allar framleiðslugongdir og tað dagliga virksemið.
Vit á Bakkafrost stremba støðugt eftir at bøta góðskustýringina, sum ikki bara tryggjar bestu góðskuna, men eisini eina javna góðsku, ið verður vird og virðismett um allan heim. Okkara góðskueftirlitsdeild kannar við jøvnum millumbilum okkara fesku rávøru og tekur javnt og samt sýni úr framleiðsluni, tilvirkingini og okkara lidnu vørum.
Ongar neyðloysnir viðvíkjandi góðskuni – Bakkafrost hevur eftirlit við øllum í sambandi við framleiðsluna – frá tí at gera fóður til at ala rogn og smolt, til endaliga flutningin á marknaðin. Laksurin frá Bakkafrost hevur havt góða tíð til javnt og samt at vaksa í tí reina og kalda sjónum kring Føroyar. Hann hevur bara fingið fyrstafloks fiskamjøl við nógvum tilfeingi úr sjónum. Tað tryggjar eina góðsku, sum ikki hevur sín líka. Brúkararnir kunnu njóta mat, ið er bæði tryggur, góður, sjaldsama leskiligur og ógviliga heilsugóður. Tað er tí, at vit siga, at laksur frá Bakkafrost helst er tann besti í heiminum.