Laksurin er pakkaður í stykkir í ymsari stødd, og tað gevur brúkaranum ørgrynni av møguleikum at matgera. Stoktur, glóðstoktur, dampaður, brúnkaður, svertaður, bakaður ella kókaður, laksur kann njótast á so mangan ymiskan hátt.
Frá sushi til búffar, liturin og fastleikin og smakkurin geva eina heilt serliga matuppliving. Stutt og greitt: laksur er góður matur og skjótur at matgera.
Sama um tú vilt hava eina fína gourmet-máltíð ella eina leskiliga máltíð við hús, so er laksur frá Bakkafrost rætta valið. Tú kanst gera eina smakkgóða máltíð í mikroovninum, ella eina leskiliga máltíð til tann kræsna góman eitt leygarkvøld.