Matvøruframleiðsla fyri eini bjartari framtíð

Visti tú?

Við einum sterkum føðsluprofili og lítlari umhvørvisligari ávirkan er alilaksur ein partur av loysnini at røkka máli nummar 2 hjá ST fyri burðardygga menning.

Les meira her.

Bakkafrost 136

Við køldum og støðugum sjóhita eru firðirnir í Føroyum upplagda staðið at ala sunnan og harðføran laks.

Í 2015 samtykti ST 17 mál fyri burðardygga menning (SDG), ið skulu stuðla undir eina betri og burðardyggari framtíð hjá øllum heimsins íbúgvum. Mál nummar tvey er at basa hungursneyð og at tryggja atgongd til føðslugóðan mat. Laksur er føðslugóður samstundis sum, at CO2-útlátið av framleiðsluni er lítið. Tískil er alilaksur ein partur av loysnini at røkka máli nummar 2.

Sum íbúgvar í hesum ráa, óspilta landi síggja vit á Bakkafrost tað sum okkara ábyrgd at gagnnýta tær framúr góðu umstøður vit hava til burðardygga matframleiðslu til vaksandi íbúgvatalið í heiminum.

Í løtuni nýta vit tilfeingi svarandi til 1,75 jarðir. Um núverandi gongdin heldur fram, tørvar okkum tvær jarðir at breyðføða heimsins íbúgvar í 2030. Tískil noyðast vit at fremja eina broyting nú.