Mannagongd
- Skola rísini væl við køldum vatni, og kóka tey sum tað stendur á pakkanum.
- Tá rísini eru kókaði, rørir tú 2 spsk. av rísedikki í, og lat tey síðani kólna.
- Sker laksin í tunnar skivar og agurkina í tunnar álir. (
- Tá rísini eru kólnaði: Legg eitt tarapappír omaná sushi-mottuna, við tí blonku síðuni vendandi niðureftir.
(Best er at hava fuktigar hendur tá tú breiðir rísið á taran, so tað ikki er so klistrut.)
- Breið 1/4 av rísinum sum eitt javnt lag omaná tarapappírið, men lat uml. 1,5 cm. vera eftir á kantinum longst vekk frá tær (hetta er til seinni, at “klistra” rulluna saman við)
- Legg síðani laksastykkini omaná miðjuna av rísinum, og legg nakrar stelkir av agurkini í eina linju omaná laksin, so tað dekkar alla breiddina av taranum.
- Rulla nú tarapappírið við fylluni saman, so fast sum gjørligt við hjálp av sushi-mottuni. Ger tað tóma pettið av taranum fuktut áðrenn tú rullar hana heilt saman, so tað klistrar betur saman.
- Ger hinar tríggjar rullurnar á sama hátt, og lat síðani rullurnar hvíla í 10 min. í kuldaskápi.
- Sker rullurnar út í hóskandi stykkir, umleið 8 úr hvørjari rullu.
- Borðreið saman við soja, wasabi og súltaðum ingifer.