Laksur við eplum í ovni

Laksur við eplum bakaði í ovni. Lættur rættur við alsins tilhoyri til.

Salmon with oven-baked potatoes.jpg

Tilfar

(til 4 fólk)

4 laksastykkir á 150 gr.
3 piparfruktir - reyða, grøna og gula, skorið smátt
3-4 várleykir, skorin í smáar bitar
Nýggj eplir
Hakkaðan leyk
Ymsar turkaðar urtir a la masala. Kili, gurkumaiu, rómversk kumman og deymkorra (koriander), kardamummu (ikki ov nógv) og kanel (ikki ov nógv)
Babymais
Salt

Mannagongd

Flys eplini og sker tey í skivur. Legg í eitt fat og stoyt eitt sindur av olju omaná. Krydda við salti, pipari og blandaða turkaða kryddinum – ikki ov nógv av hvørjum, og heldur meira kili og gurgumaiu enn hini. Rør kryddið upp í eplini og set í ovnin, uml. 45 min við 200°C.

Sker piparfruktir og várleyk í bitar og steik í eini blanding av olju og margarini ella smøri á pannu við lutfalsliga høgum hita í nakrar minuttir. Tann síðsta minuttin skal babymajs latast í. Tak hesa blandingina av pannuni.

Krydda tiðnaðu laksastykkini við salti og pipari og eitt sindur av sesamfræi. Steik á pannuni í einar 7 min. Fyrst 4 ½ min á aðrari síðuni og so 2 ½ á hinari. Eru laksastykkini tjúkk, kunnu tey fáa ein minutt longur, men ansa eftir at tey ikki gerast turr.

Tak fatið við eplum úr ovninum og legg fyrst grønmeti omaná, og síðani laksastykkini.