Laksasalat í skundi

Tá ein hevur skund, er tað gott við einum løttum og skjótum døgurða. Koyr alt í eina grýtu, tá ið tað so er lidugt, kann ein fara í holt við gerandis gerðir.

Fast food salmon salad.jpg

Tilfar

(til 2 fólk)

2 laksastykkir á 125 gr.
5 eplir (miðalstór)
1 leyk

Sós:

1 dl súrróma
½ dl mayonnaise
1 spsk. dijon sinnop
1 tsk. turkaðari dild (summi vilja hava meir, onnur minni)
Salt og pipar

Mannagongd

Flys eplir og sker tey smátt. Hakka leykin, og koyr alt í eina grýtu við so mikið av vatni í, at epli og leykur eru undir. Legg laksin oman á hetta og lat alt kóka í umleið 15 minuttir. (Laksurin liggur oman á eplunum, og verður sostatt dampaður).
Rør sósina saman, meðan tað kókar.
Tá liðugt er kókað, verður vatnið stoytt av eplum, leyki og laksi. Lat kølna eina lítla løtu. Blanda síðan alt í sósina.

Hav salat ella breyð (ella bæði) afturvið.