Mannagongd
Flys hvítleykspungarnar. Lat teir í hvirluna og morla til eina fasta rúgvu. Lat dild og olivenolju í, og rør eitt lítið sindur – bara so tað samlast aftur til eitt mos.
Legg laksaporsjónirnar í eitt eldfas fat. Legg hvítleyksblandið á fløkini og set í kuldaskáp at marinera í einar tveir tímar.
Baka í ovninum í 15 min. við 190°C.
Eplir ella rís afturvið, og eitt sindur av dampaðum grønmeti eftir egnum ynski.