Mannagongd
- Píska súrróman luftigan, og píska síðani rómaostin saman við súrrómanum.
- Hakka reyðleykin fínt (gjarna í einum minihakkara).
- Sker laksaskivarnar í smáar bitar, men minst tó til at goyma eina stóra skivu til at pynta tertuna við seinni.
- Hakka purleykin fínt. Koyr alt tilfarið í pískaða súrróman og rómaostin, og blanda væl saman.
- Legg eitt polarbreyð niðast, og smyr 1/3 av fylluni á, legg síðani eitt breyð avtrat omaná, og smyr 1/3 av fylluni omaná, síðani triðja breyðið og smyr restina av fylluni omaná. Legg síðani seinasta breyðið omaná tertuna.
- Um man ger tertuna dagin fyri, kann man nú dekka hana til við húsarhalds plasti, og stilla hana kalt til næsta dag.Síðurnar: Píska súrróman og rómaostin luftigan, og smyr kremið rundan um tertuna.
Pyntingin:
- Flys agurkina eftir longdini við einum eplaflysara, og legg tær líka á eitt køkspappír, so tær ikki eru ov vátar. Dekka fyrst síðunar við agurku strimlum. Síðani flættar man agurk-strimlar til eitt ”lok” á einum skeribretti, og flytir ”lokið” yvir á tertuna. Klipp kantarnar, sum stinga útum, av.
Pynta síðani tertuna sum tú ynskir
Uppskrift uppá polarbreyð, 8 stk.
8 stk. Á 225 gr.
Tilfar:
- 4,5 dl. Mjólk, lunkað
- 2 dl. Vatn, lunkað
- 25 g. Ger
- 1 dl. Solsikkeolja
- 150 g. Havragrýn - blendaði
- 500 g. Fullkorns hveitimjøl
- 350 g. Hveitimjøl
- 1 tsk. Sukur
- 1 tsk. Salt
Mannagongd:
- Blanda mjólkina saman við vatninum, og upploys gerina í tí.
- Koyr oljuna í vætuna.
- Koyr síðani alt tað turra í, gjarna í eina køksmaskinu, og elt til eitt javnt deiggj. Og lat tað síðani elta við miðal ferð í umleið 10 min.
- Lat ganga á flógvum stað í umleið 1 tíma.
- Tá tað hevur gingið deilir man deiggið í 8 líka stórar bollar, umleið 225 g. Stk. Og rulla út á bakipappíri til flatar “pannukøkur”, umleið 1/2 cm. Tjúkkar og umleið 20 cm. Í diametur.
- Baka mitt í ovninum á 225°C (yvir og undirhita) í umleið 9-10 min.
- Lat polarbreyðini kølna undir viskustykki.
- Breyðini kunnu frystast, men skulu tó vera tiðnaði tá man leggur breyðtertuna saman.