Mannagongd
Flys eplini og kóka tey í lættsaltaðum vatni, í uml. 40 min. (Skerur man eplini í smærri petti, tekur tað styttri tíð at kóka)
Set ovnin á 175 gradir
Sker tað brúna feittið av laksinum og legg í eitt ovnfast fat
Krydda fyrst við sitrónpipari og breið síðani eitt lag av teriyaki-sós oman yvir
Stroy eitt sindur av sesamfrø omaná portiónirnar
Baka mitt í ovninum í umleið 20-25 min.
Tá eplini eru liðugt kókaði: Vatnið verður stoytt frá
Mosa síðani eplini saman við smørinum, gjarna við einum elpískara
Koyr eitt sindur av mjólk í um neyðugt
Smakka til við salti, pipari og sukri
Afturvið: Kókaði grøn asparges og sitrón