Mannagongd
- Flys eplini og sker tey í terningar.
- Flys gularøturnar og sker tær í smáar, tunnar stavir.
- Sker purruna í tunnar skivar, reinsa og lat vatnið renna frá.
- Reinsa spinatið og sker tað í strimlar.
- Steik alt grønmetið saman við smør eina løtu, umleið 5 min.
- Upploys bótarmolarnar í kókaðvatninum.
- Tilset síðani vætuna og róman, og lat rættin kókað í 15-20 min.
- Meðan suppan kókar kanst tú skera tað brúna feittið av laksinum, og skera hann í smá petti.
- Tá suppan hevur kókað í 15-20 min., koyrir man laksabitarnir í.
- Tá laksurin er latin í suppuna, skal suppan bert kóka í einar 2-3 min. og síðani takast av hitanum.
- Smakka síðani til við salti og pipari.
Afturvið:
Flutes ella knekkbreyð
Til ber eisini at gera hana eitt sindur sunnari, við at bara brúka vatn í staðin fyri róman.