Bakkafrost laksa burgari

Tey flestu vita at laksur er sunnur og inniheldur eina rúgvu av góðum føðsluevnum, sum eru góð bæði fyri vaksin og ikki minst fyri børn.

Men fært tú ikki børnini at eta laks? So er hesin leskiligi laksaburgarin avgjørt verdur at royna! Hevur tú smáir burgarabollar, kanst tú gera tær seks smærri búffar, men til ber eisini at gera fýra eitt sindur størri og tjykkri búffar.

Portiónir: 4-6 persónar

Tíð: 35 min.

DSC03385_sRGB.jpg

Tilfar

Laksafars:

  • 250 g. laks
  • 1 stk. miðalstóran leyk
  • 1 stk. egg
  • 30 g. rasp
  • 1 spsk. mayones
  • 1 tsk. sitrónpipar
  • ½ tsk. salt
  • ½ tsk. pipar
  • 150 g. rasp - at venda búffunum í.
  • Smør og olivenolju - at steikja búffarnar við

Annað tilfar:

  • Burgarabollar (4 ella 6 stk.)
  • Salat (Iceberg ella kinakál)
  • Agurk
  • Tomat
  • Piparfrukt
  • Guacamole (2 stk. avokado og ein pakka av blandingspulvur til guacamole)
  • Creme Fraiche dressing
  • Ketchup

Mannagongd

  1. Sker tað brúna feittið av laksinum, og sker laksin í smærri bitar.
  2. Sker leykin í smærri petti.
  3. Koyr síðani alt tilfarið til laksafarsið í hvirluna, og blenda so tað blívur til eitt deiggj.
    • Farsið skal kunna hanga saman tá man formar tað til búffar, so er tað ov turt, so kann man koyra eitt egg ella eitt sindur av mjólk í avtrat, ella er deiggið ov vátt kann man koyra eitt sindur meira av raspi í.
  1. Forma síðani 4 ella 6 búffar úr farsinum, og vend teimum í raspinum, so rasp dekkar báðar síðurnar og kantarnir.
  2. Hita eina pannu við einari blanding av olivenolju og smør, og steik búffarnar í 3-4 min. á hvørjari síðu.
  3. Hita burgarabollarnir í ovninum.
  4. Skola salatið og legg á ein tallerk. Sker agurkina, tomatirnar og piparfruktina í skivar, og koyr í trýggjar í ymiskar skálir. Blandað guacamole og koyr í eitt ílæt. Hav dressing eftir egnum ynski afturvið.
  5. Stilla alt á borðið og lat síðani familjuna sjálva samanseta sín egna yndis-burgara